Vælkomin

Auto 1952-2016


  1. Vælkomin á heimasíðu okkara.

Tað er ein ávísur munur á hýruvognskoyring í 1952 og so nú vit skriva 2016.

Ein munur er á bilunum og takstinum. Eisini er stórur munur á umstøðunum í dag og tá, men tænasta og álit  hevur altíð verið og er enn okkara fremsta uppgáva.

Fyrsta lýsingin hjá Auto kom í Dagblaðið tann 22 apríl 1955, og her er so heimasíðan hjá Auto 2016.

Góðan túr





 

Flogvøllurin - Bílegg - Airport taxi - Book

   
 

Eitt av okkara mest týðandi tiltøkum í nýggjari tíð, er tilboðið um koyring á flogvøllin. Tað ferðast hópin av fólki um flogvøllin, og eitt nútímans samfelag eigur at veita ferðafólki skjótan og góðan flutning bæði til og frá flogvøllinum. 

Hetta er tað vit meta, vit eru góðir til, og hava nú í eitt tíðarskeið  ávíst kundum okkara hendan møguleikan. Tað tykist sum kundar okkara hava sæð  fyrimunin í hesum, og tey sum hava roynt hetta lata væl at.

Okkara tilboð Tórshavn- flogvøllurin í samband við Atlantic Airways er 200,- dkr  fyri hvønn ferðandi, børn til og við 11 ár 1/2 prís, sama er galdandi fyri flogvøllin-Tórshavn.

Auto er altíð opið, so til ber  at bíleggja alt døgnið. Eisini ber til at bíleggja online her.